Katrin W. Bærentsen byrjað á Sansum og Kvinnu

Katrin W. Bærentsen er nýggja, orkuríka starvsfólkið í okkara hópi. Hon fer at virka hálva tíð sum samskipari á Sansum og hálva tíð sum lýsingaráðgevi á Kvinnu. Uppgávurnar fara sostatt at vera ymiskar og spenna víða.

Katrin er úr Havn. Hon er 25 ára gomul, trúlovað, býr í nýkeyptum húsum í Hoyvík og er errin av leiklutinum sum bonus-foreldur. Hon er útbúgvin innan fyrisiting og ferðavinnu, og áðrenn hon byrjaði her, arbeiddi hon sum sølufólk á eini ferðaskrivstovu. Hennara styrkir eru persónliga tænastan, góða samskiftið og so er hon somuleiðis kring í ráðlegging og framleiðslu.

Harumframt er Katrin ein aktiv og kreativ kvinna, og hennara áhugamál eru sermerkt og fjølbroytt. Hon hevur til dømis skeiðsprógv innan foto og er ein íðin fotobloggari, samstundis sum hon bæði snowboardar og surfar - og elskar ein góðan túr í føroysku fjøllunum. Skal hon veruliga slappa av, dámar henni væl at spæla eitt brettspæl afturvið tónum frá gamla plátuspælaranum.