Norðurlandahúsið við nýggjari og tíðarhóskandi heimasíðu

Klár at møta dagsins avbjóðingum og krøv á netinum

Í tøttum samstarvi við Norðurlandahúsið, hevur Sansir ment og sniðgivið teirra nýggju heimasíðu.

Útgangsstøði er tikið í at síðan skal vera einføld, effektiv og elegant.

Endamálið við heimasíðuni er fyrst og fremt, at tað skal vera skjótt og lætt hjá vitjandi at fáa eitt greitt yvirlit yvir tey mongu tiltøkini og møguleikarnar, ið húsið hevur at bjóða.

Heimasíðani er bæði til tey, ið vita júst hvat tey ynskja og til tey, ið leita sær íblástur.

Óansæð um tú situr við telefon, ipad ella teldu, fært tú nýggju heimasíðuna hjá Norðurlandahúsinum fram í einum snøggum og hóskandi sniði. Heimasíðan er nevnliga responsive og tillagar seg til allar skermstøddir.

Vit ynskja at vitjandi og húsið fær gleði av nýggju heimasíðuni hjá føroya størsta og einasta mentanarhús av sínum slag.

Vitja heimasíðuna á www.nlh.fo