Nýggj leiðsla á Sansum

Lena L. Mohr er nýggjur stjóri á Sansum. Í nýggja leiðslubólkinum hevur Lena L. Mohr afturat sær Tór Verland Johansen, kundastjóra, og Boga Henriksen, kreativan stjóra.

Lena L. Mohr hevur tey seinastu 8 árini verið viðstjóri á Sansum og verið ein týðandi partur av menningini av fyritøkuni. Saman við Tór Verland Johansen, kundastjóra, og Boga Henriksen, kreativum stjóra, skal Lena L. Mohr framhaldandi tryggja ta góðu gongd, sum Sansir hevur havt tey seinastu árini.    

- Hetta er ein spennandi avbjóðing. Seinastu árini hava Sansir havt góð úrslit. Vit hava staðið okkum væl í kappingini um fleiri spennandi og avbjóðandi uppgávur, bæði her í Føroyum og í altjóða høpi. Saman við okkara dugnaligu starvsfólkum og góðu samstarvsfelagum gleði eg meg til at menna Sansir frameftir, sigur Lena L. Mohr í stuttari viðmerking.  

Á Sansum arbeiða í dag 13 fólk. Sansir varð stovnað í 1997 og hevur deildir í Føroyum og í Danmark. Í sambandi við leiðslubroytingarnar eru eigaraviðurskiftini broytt. Núverandi partaeigarar í fyritøkuni eru Bogi Henriksen, Eyðna Simonsen og Lena L. Mohr.