Petra Eliasdóttir Mikkelsen nýggjur sniðgevi á Sansum

Nýggi sniðgevin á Sansum eitur Petra Eliasdóttir Mikkelsen. Hon hevur júst lokið bachelor prógv í "Visuel Kommunikation, Interaktivt Design" frá DMJX, Danmarks Medie- og Journalisthøjskole.

Á leiðini til lokna prógvið hevur Petra Eliasdóttir Mikkelsen millum annað staðið fyri filmsframleiðslu, menning av ymiskum appum og verið í starvsvenjing á kreativari lýsingastovu í Íslandi, har hon hevur arbeitt við konseptuellari 3D animering.

Umframt nútímans royndirnar frá DMJX er Petra Eliasdóttir Mikkelsen útbúgvin miðlagrafikari og hevur fleiri ára starvsroyndir á millum annað Dimmalætting, Vinnuvitan og Sansum. Eisini hevur Petra verið sjálvstøðug vinnurekandi.

- Petra Eliasdóttir Mikkelsen er eitt frískt andlit og ein spennandi og roynd kvinna í okkara kreativu vinnu. Vit eru tí sera glað fyri at fáa Petru við í okkara fjøllbroytta toymi á Sansum. Hennara førleikar og dugnaskapur fer at styrkja okkum upp aftur meira, sigur Lena L. Mohr, stjóri á Sansum.

Petra Eliasdóttir Mikkelsen byrjar í starvinum 17. august 2015.