Sansir fingið tveir nýggjar partaeigarar

Albin Johannesen og Rúni Hansen, sum báðir starvast á Sansum, eru nú partaeigarar í fyritøkuni. Hetta er ein liður í at styrkja um kjarnuførleikarnar hjá Sansum.

Myndin frá vinstru: Rúni Hansen, Bogi Henriksen og Albin Johannesen

Albin Johannesen og Rúni Hansen hava báðir serkunnleika á hvør sínum øki og hava seinastu árini verið partur av menningini og vøkstrinum hjá Sansum.

- Vit fegnast um at kunna bjóða Rúna og Albini vælkomnum sum partaeigarar. Teir hava verið lyklapersónar hjá okkum seinastu árini, eitt nú við arbeiðnum at menna virðislønta marknaðarátakið "Faroe Islands Translate", sigur Bogi Henriksen, nevndarformaður og kreativur stjóri á Sansum.

Rúni Hansen hevur starvast á Sansum í 20 ár og er útbúgvin grafiskur sniðgevi frá Danmarks Medie- og Journalisthøjskole. Albin Johannesen hevur starvast sum KT-mennari á Sansum síðan 2008 og er útbúgvin KT-verkfrøðingur frá Fróðskaparsetri Føroya.

Tað eru nú samanlagt seks partaeigarar í Sansum.