Sansir ment nýggjan portal um Føroyar

Í tøttum samstarvi við Uttanríkistænastuna, hava Sansir sniðgivið og ment nýggju heimasíðuna www.faroeislands.fo.

Heimasíðan www.faroeislands.fo er almenni portalurin um Føroyar hjá Føroya Landsstýri. Endamálið við heimasíðuni er at veita kunning um Føroyar til fólk úti um heim, sum leita sær kunnleika um Føroyar.

Á heimasíðuni verður dentur lagdur á gott myndatilfar og eyðskildar tekstir um føroysk samfelagsviðurskifti í breiðum høpi. Heimasíðan er responsive og tillagar seg tískil bæði til stórar skermar og lítlar skermar sum t.d. á iPhones, iPads og Android.

Tað er Uttanríkistænastan í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum sum umsitur www.faroeislands.fo. Uttanríkistænastan stendur eisini fyri tíðindabrævinum Faroe Islands Newsletter, sum eisini verður almannakunngjørt á heimasíðuni.

Vit á Sansum ynskja øllum føroyingum tillukku við nýggju síðuni.