Sansir søkja eftir lýsingaráðgeva / samskipara til Kvinnu

Tú ert ágrýtin, fyrikomandi og trívist væl í einum kreativum umhvørvi við nógvum tíðarfreistum. Og so elskar tú eina óvæntaða avbjóðing. Kennir tú teg aftur? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Vit ynskja sum skjótast at seta ein lýsingaráðgeva og samskipara í eitt 25-30-tíma starv á Kvinnu. 

Tú ert ágrýtin, fyrikomandi og trívist væl í einum kreativum umhvørvi við nógvum tíðarfreistum. Og so elskar tú eina óvæntaða avbjóðing. Kennir tú teg aftur? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Vit ynskja sum skjótast at seta ein lýsingaráðgeva og samskipara í eitt 25-30-tíma starv á Kvinnu. 

UM STARVIÐ
Sum lýsingaráðgevi/samskipari á Kvinnu ráðgevur og selur tú lýsingar til kundar. Tað eru lýsingar til blaðið og heimasíðuna, sosialar miðlar og so fyllir native advertising eisini eitt sindur. Eisini fert tú at arbeiða við tiltøkum og møguliga onkrum smávegis tekstuppgávum. Tú arbeiðir í tøttum samstarvi við sniðgevum, journalisti og blaðstjóra.

TÚ…
Tekur ábyrgd í tínum arbeiði
Dugir væl at orða teg í talu og skrift
Ynskir at menna og styrkja tínar førleikar innan sølu 
Dámar væl at samskifta við kundar og veita eina góða tænastu
Arbeiðir væl og effektivt í einum umhvørvi við nógvum tíðarfreistum
Ert nýhugsandi og dámar væl at arbeiða kreativt
Hevur koyrikort
Trívist væl við at arbeiða sjálvstøðugt
Arbeiðir skipað og handlar skjótt

VIT BJÓÐA TÆR
Eitt livandi og kreativt arbeiðsumhvørvi
Eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv
Góðar starvsfelagaðar

UMSÓKNARFREIST
Um tú heldur starvið ljóðar áhugavert, so send okkum eina umsókn í seinasta lagi mánadagin 11. mars kl. 10.00.

Umsóknin skal sendast tiltora@kvinna.fo 

LØN OG SETANARTREYTIR:
Talan er um eitt 25-30 tíma starv. Starvið verður lønt sambært avtalu. Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Tóru Effersøe Mortensen, blaðstjóra, á 299360 ella senda ein meyl til tora@kvinna.fo  

 

UM SANSIR OG KVINNU
Sansir veita marknaðarføring og samskifti á øllum miðlum og arbeiða við virkissamleika, branding og marketing. Sansir geva út Kvinnu, sum er einasta føroyska kvinnublað og hevur skjótt 15 ár á baki. Kvinna kemur út 8 ferðir um árið. Á Sansum starvast 14 fólk og av teimum eru umleið fimm knýtt at Kvinnu, heimasíðuni kvinna.fo, Kvinnurenningini og ymiskum tiltøkum.