Share the Faroe Islands - eisini um veturin

At marknaðarføra eitt heilt land er ein stór ábyrgd. Tá talan er um okkara egna land, gerst tað eisini ein stór æra. Vetrarfilmurin er sera væl móttikin. 30.000 sóu filmin fyrsta samdøgrið og um somu tíð høvdu fleiri enn 22.000 longu deilt, dámt og viðmerkt filmin.

- Tað er gleðiligt, at átakið hevur fingið so stóra undirtøku – bæði her í Føroyum, men ikki minst uttanlands. Fleiri enn 60% av vísingunum eru uttanfyri Føroyar, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Umframt at síggja vetrarfilmin, hava fólk sjálv møguleika at gera sína egnu plakat um Føroyar. Besta uppskotið vinnur tvær ferðir til Føroya.

Tór Verland Johansen, kundastjóri á Sansum, vísir á, at ynskið var at draga fólk enn tættari at brandinum:

- Vit valdu at gera eina app, har fólk sjálv kunnu gera teirra egnu plakat fyri Føroyar. Hetta hevur eydnast ómetaliga væl, tí tað eru nú fleiri enn 1000 kreativar plakatir gjørdar, sum enn fleiri túsund fólk deila, dáma og viðmerkja. Og nógv stuttlig og skaldslig uppskot eru innkomin. 

Eftir eina væleydnaðað avdúking vil Sansir fegin takka øllum teimum, sum á einhvønn hátt hava tikið lut í arbeiðnum.

- Fólk á Sansum hava lagt eitt stórt arbeiði í hesa verkætlan, og somuleiðis hava okkara samstarvsfelagar, bæði Liquidminds, Kovboyfilm og Fotostudio. Eisini vilja vit takka starvsfólkunum á Visit Faroe Islands fyri eitt gott samstarv, sigur Tór Verland at enda.

Síggj filmin og ger tína egnu plakat her: http://visitfaroeislands.com/share.