Sheep View – tá Føroyar komu á heimskortið

Tór Verland Johansen, kundastjóri á Sansum, fer á Jobmatch at greiða frá um Sheep View, sum í summar veruliga setti Føroyar á heimskortið.

Tór Verland Johansen, kundastjóri á Sansum, fer á Jobmatch at greiða frá um Sheep View, sum í summar veruliga setti Føroyar á heimskortið. Tór Verland fer at tosa um hugskotið Sheep View, og um hvussu marknaðarátakið varð sett í verk. Hann fer eisini at koma inn á hetta slagið av marknaðarføring og virðið av slíkum átøkum.

Framløgan hjá Sansum verður á Jobmatch í Norðurlandahúsinum hósdagin 29. desember kl. 13.40.