Sheep View vunnið fleiri stórar altjóða heiðurslønir

Sheep View kampanjan, sum Sansir og Liquidminds gjørdu fyri Visit Faroe Islands og Atlantic Airways, hevur í 2017 vunnið fleiri altjóða heiðurslønir.

Seinastu heiðranir eru gull, silvur og bronsu á Cannes Lions, sum er at meta sum VM í marknaðarføring. Beint fyri Cannes vann Sheep View átakið trý gull og eitt silvur á Creative Circle í Keypmannahavn, og í apríl mánaða vann átakið gull á World Media Awards í London fyri besta altjóða marknaðarførings- og content átak.

– At verða tilnevnd saman við nøkrum av heimsins størstu fyritøkum var ein heiður og herðaklapp í sjálvum sær, og at vit so vinna er púra óveruligt. Vit gleðast um at Sheep View verkætlanin eydnaðist so væl, sum hon gjørdi, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Tað eru nakrir av heimsins størstu miðlum, so sum The New York Times, National Geographic, TIME Magazine og The Wall Street Journal, ið standa fyri World Media Awards í London.

Hini tilnevndu á World Media Awards vóru Airbnb, London & Partners, Marriott International og Destination Canada. Aðar fyritøkur, sum vórðu tilnevndar í øðrum bólkum, vóru millum annað BMW, VISA, McDonalds, Universal Pictures og Samsung.

Sambært World Media Awards skuldi vinnandi átakið megna at vísa, hvussu stóran týdning ein góð søga hevur, og hvussu átakið brúkti hesa søguna at fortelja um eitt ferðamál ella eina ferðauppliving.

Mett verður, at Sheep View átakið hevði yvir 2 milliardir eksponeringar og eitt PR-virði á umleið 300 milliónir krónur.

Sheep View hevur frammanundan vunnið fleiri aðrar heiðurslønir, sum til dømis Danish Digital Awards, Epica Awards í Hollandi, Vega Awards í USA, PR-tigeren í Danmark og Stora PR-priset í Svøríki.