SPEKT fingið nýggja heimasíðu

Løggilda grannskoðanarvirkið SPEKT hevur fingið nýggja heimasíðu frá Sansum.

SPEKT veitir tænastur í sambandi við grannskoðan, íroknað KT-grannskoðan, roknskaparhjálp, skattaráðgeving, vinnuráðgeving við meira. Kundaskarin er breiður og fevnir um bæði persónar, vinnuvirki, landsstovnar og kommunur. 

Sum fyritøka miðjar SPEKT eftir at finna haldgóðar loysnir, sum byggja á trygt grundarlag. Tí er tað við stoltleika, at vit á Sansum ynskja SPEKT til lukku við nýggju heimasíðuni www.spekt.fo.