Superior salmon from Bakkafrost

Brandingsfilmurin hjá Bakkafrost, sum Sansir hava staðið fyri, staðsetir Føroyar og sigur søguna um okkara siðaarv og tann einastandandi laksin frá Bakkafrost.

At marknaðarføra eina vøru í heimsflokki til allan heimin er stórt. Tí eru vit á Sansum eisini sera errin av at taka lut í hesari marknaðarføring.

Vit ynskja Bakkafrosti hjartaliga til lukku við filminum. Takka Poul Andrias Jacobsen fyri álitið og góða samstarvið. Og takka dugnaliga høvuðsleikaranum og teksthøvundinum, Joel Cole , umframt Polarfilms fyri gott og stórfingið avrik.