Væleydnað fiskivinnumessa í Brússel

Sansir gjørdu føroyska landabásin fyri Vinnuhúsið, sum samskipaði arbeiðið fyri vinnuna.

Til messuna komu fólk úr 145 londum og luttóku yvir 25.000 keyparar og veitarar av feskum, frystum, pakkaðum og virðisøktum sjógætisvørum, útgerð og tænastum. Eingin onnur hending í heiminum gevur fiskivinnuni beinleiðis samband við so nógvar professionellar keyparar og veitarar úr øllum liðum í fiskivinnuni.

Sansir gjørdu føroyska landabásin fyri Vinnuhúsið, sum samskipaði arbeiðið fyri vinnuna. Básurin var 216 fermetrar og lá í høllini við flest vitjandi. Hetta merkir, at nógv fólk koma framvið landabásinum, og luttakararnir fáa góðar møguleikar at vísa á sínar vørur og at marknaðarføra føroyskan sjómat.

Við á básinum vóru Bakkafrost, Varðin Pelagic, JFK, Kósin, North Pelagic, HiddenFjord, PRG Fiskavirkið, Landshandilin og Pelagos.