Vága Floghavn nýggja heimasíðu

Vága Floghvan hevur dagført sína heimsasíðu við nýggjum, tíðarhóskandi sniði

Vága Floghavn hevur fingið nýggja heimasíðu, ið Sansir hava ment og sniðgivið í tøttum samstarvi við Vága Floghavn. 

Endamálið við nýggju heimasíðuni er fyrst og fremst, at gera tað lætt og einfalt hjá vitjandi og ferðandi at fáa kunning um flogferðslu, verðurlíkindi og praktiska kunning í sambandi við loftvegis ferðing til og úr Føroyum. 

Nýggja heimasíðan hevur eisini sokallað responsive design, so hon er snøgg, og alt tilfar lætt atkomuligt á fartelefonum, teldlum og øðrum smærri eindum.

Sansir ynskja Vága Floghavn til lukku við nýggju heimasíðuni.

Heimasíðan hja Vága Floghavn er www.fae.fo >>