Vetrarfilmurin vunnið altjóða filmsheiðursløn í Berlin

Í kapping við nógvar aðrar filmar og nógv ymisk ferðamál, hevur Vetrarfilmurin hjá Visit Faroe Islands vunnið altjóða filmsheiðursløn á "The Golden Citygate Festival" í Berlin.

Vetrarfilmurin fekk heiðurin fyri besta online film.

Súsanna Sørensen frá Visit Faroe Islands og Tór Verland Johansen, frá Sansum, vóru við til handanina av filmsheiðurslønini í dag.

- Vit eru errin av at hava vunnið hetta 1. plássið.  Tað vísir at filmurin heldur eitt høgt støðið, ið rakar málbólkin, vekir kenslur og selur Føroyar. Tað er altíð gott at fáa heiður fyri tað arbeiðið ein ger, ikki minst í Týsklandi, sum er heimsins størsti ferðavinnumarknaður og har kappingin tí er serliga hørð, sigur Súsanna Sørensen, leiðari fyri marknaðarføring og PR hjá Visit Faroe Islands.

Tór Verland Johansen, kundastjóri á Sansum, vísir á, at vetrarfilmurin varð sera væl móttikin av øllum føroyingum í september í fjør. At filmurin verður heiðraður við altjóða filmsheiðursløni í Berlin, er bert ein staðfesting av, at filmurin eisini rakar plett uttanlands.

- Eg vil takka øllum, sum eiga sín lut í, at vetrarfilmurin bleiv so góður, sum hann bleiv. Fólk, myndir, tónleikur og kenslur ganga upp í eina hægri eind. Hetta er tí ein stórur heiður til øll tey mongu, sum onkursvegna hava tikið lut í vetrarfilminum. Eisini er tað ein heiður til allar føroyingar, tí filmurin gevur eina erliga mynd av teimum upplivingum, sum Føroyar hava at bjóða ferðafólkum, sigur Tór Verland Johansen.

Tað eru føroysku Sansir og Kovboyfilm, sum saman við donsku Liquidminds hava staðið fyri framleiðsluni av vetrarfilminum hjá Visit Faroe Islands. Sama toymi stóð fyri summarfilminum, sum í fjør vann heili fimm altjóða filmsheiðurslønir.

Filmurin kann síggjast niðanfyri.