Vinnudagurin 2015

Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har umboð úr vinnuni savnast til áhugaverdar fyrilestrar og spennandi kjak.

Aftur í ár er Norðurlandahúsið karmur um Vinnudagin, har vinnan kann fáa íblástur til framtíðar virksemi umframt at møguleiki er at hitta kundar, veitarar og samstarvsfelagar í óformligum umhvørvi.

Sansir hevur staðið fyri marknaðarføringini av Vinnudegnum 2015 og ynskir føroysku vinnuni ein góðan og áhugaverdan dag.