Vit vilja gera mun

Stór almenn ráðstevna er í Norðurlandahúsinum í dag 8. mai. Høvið er 40 ára dagurin hjá Almannaverkinum. Endamálið er at birta undir kjak um vælferðarsamfelagið Føroyar í framtíðini.

Stór almenn ráðstevna er í Norðurlandahúsinum í dag 8. mai. Høvið er 40 ára dagurin hjá Almannaverkinum. Endamálið er at birta undir kjak um vælferðarsamfelagið Føroyar í framtíðini.

Almannaverkið hevur ein týðandi leiklut í føroyska samfelagnum. Umleið 30 prosent av føroyingum hava samband við Almannaverkið um árið. 25 prosent av fíggjarlógini fer gjøgnum skipanina hjá Almannaverkinum.

Avbjóðingin hjá Almannaverkinum hevur altíð verið stór. Alt tíðir uppá, at avbjóðingin verður uppaftur størri í komandi tíðum. Tí skipar Almannaverkið fyri ráðstevnuni “Vit vilja gera mun” við fyrilestrum, kjakum og framsýningum. Fyrilestrar og kjak verða stroymað beinleiðis á av.fo.

Sansir hava gjørt hátíðarbúmerkið og hava prýtt Norðurlandahúsið. Hátíðarbúmerkið hjá Almennaverkinum er skapað úr myndum, sum arbeiðsfólk á Verkhúsinum Stíggjur í Saltangará hava gjørt.

Vit á Sansum ynskja Almannaverkinum til lukku við 40 árunum.