Vónin hevur fingið nýggja heimasíðu frá Sansum

Trolvirkið úr Fuglafirði hevur seinastu árini støðugt ment seg, og er í dag ein týðandi aktørur á marknaðinum fyri trol, nótir og aðra útgerð til fiski- og alivinnuna um allan heim.

Fyritøkan, sum hevur høvuðssæti í Føroyum og varð kosin ársins virki í 2011, hevur deildir í Kanada, Grønlandi, Íslandi, Russlandi, Noregi, Danmark og Litava. 

Nýggja heimasíðan vísir, at Vónin er ein sterk professionell fyritøka á altjóða marknaðinum. 

Heimasíðan er responsive og tillagar seg tískil bæði til stórar skermar og lítlar skermar sum t.d. á iPhones, iPads og Android.

Vitja nýggju heimasíðuna her: www.vonin.com