Sansir og Kvinna søkja móttøku- og tænastufólk

Dámar tær at hjálpa øðrum og at veita eina góða tænastu? Og ert tú smílandi við einum jaligum lyndi? So er tað kanska tær vit leita eftir.


Vit søkja nevnliga eitt vinaligt móttøku/tænastufólk at byrja 15. august.


Tínar uppgávur eru eitt nú at

  • Hava móttøkuna hjá Sansum og Kvinnu – svara telefonini og teldupostum
  • Hjálpa starvsfólkum við smærri fyrifallandi uppgávum
  • Gera klárt til fundir, keypa inn, gera frokost og rudda av
  • Senda rokningar og rykkja eftir pengum
  • Senda Kvinnu til haldarar
  • Avgreiða ymisk ørindi


Vit bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi
  • Fittar og dugnaligar starvsfelagar
  • Møguleika fyri fakligari og persónligari menning


Vit vænta, at tú

  • Ert í minsta lagi 18 ár og hevur miðnámsprógv ella líknandi
  • Hevur koyrikort
  • Tosar og skrivar føroyskt
  • Ert ágrýtin og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • Sært smálutir og arbeiðir við nærlagni
  • Ert álítandi og tekur ábyrgd við einum smíli
  • Kanst vera hjá okkum í minsta lagi fram til summarið 2023

Starvið er tímalønt, umleið 30 tímar um vikuna og arbeiðstíðin í høvuðsheitum mán-frí frá 8.45 til 14.45. Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at ringja til Tór Verland Johansen á tel. 299372. Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til starv@sansir.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 26. juni 2022.