Sniðgevi – leitar tú eftir einum sniðvegi?

Søk

Ert tú ein grafiskur sniðgevi við góðum hugflogi? Trívist tú í einum spennandi umhvørvi við nógvari ferð og dugnaligum starvsfeløgum?
Ja, so er tað jú her, tú burdi arbeitt!

Vit søkja eftir einum sniðgeva til eitt farloyvisstarv í 18 mánaðar í tíðarskeiðinum frá 1. februar 2026 til 1. august 2027 – við møguleika fyri at leingja, um báðir partar ynskja tað.

Um okkum

Sansir er ein livandi og framsíggin fyritøka, sum veitir marknaðarføring og samskifti á øllum pallum og miðlum.

Vit sniðgeva búmerki og grafiskar samleikar, menna og styrkja brands og skapa kreativa marknaðarføring til allar miðlar – frá SoMe og heimasíður, til lýsingar og prentað tilfar. Eisini hava vit ment yvir 400 heimasíður, appir og nethandlar, og veita nútímans online-loysnir, sum skapa virði fyri okkara kundar.

Saman við spennandi føroyskum og altjóða kundum seta vit altíð sera høg krøv til nýhugsan, hugflog og góðsku. Hetta hevur havt við sær nøgdar kundar, altjóða virðislønir, og at vit í dag altjóða verða mett sum ein av fremstu samskiftisfyritøkunum.

Vit hava sostatt eitt fjølbroytt, kreativt og óhátíðarligt arbeiðsumhvørvi, har tað ofta gongur skjótt fyri seg, við nógvum bóltum í luftini í senn. Vit leggja eisini stóran dent á trivnað, samstarv og samanhald.

Um starvið

Sum sniðgevi hjá okkum fert tú at arbeiða við spennandi grafiskum verkætlanum - alt frá lýsingarátøkum og grafiskum samleikum til Motion Graphics og online-loysnir.

Tú verður partur av okkara sterka toymi av sniðgevum, sum altíð standa klár at vegleiða og sparra. Eisini fert tú at arbeiða saman við okkara forritarum og ráðgevum, og tú fært tí góðar umstøður til bæði kreativt arbeiði og fakliga menning.

Um teg

Vit leita eftir einum sjálvstøðugum og jaligum sniðgeva, sum:

Umsókn og freist

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi tilfar skal sendast við telduposti til starv@sansir.fo. Freistin at søkja farloyvisstarvið er sunnudagin 4. januar 2026.

Um tú vilt vita meira

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tór Verland Johansen, stjóra, á tel. 29 93 72. Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.