Bakkafrost

Alifyritøka í heimsflokki
Les meira

Bakkafrost er nógv tann størsta alifyritøkan í Føroyum og er millum størstu útflutningsfyritøkurnar í landinum. Bakkafrost er einasta alifyritøkan í heiminum, sum hevur fullfíggjaða virðisketu, t.v.s. frá alifóðri til lidna vøru og sølu.

Einfalda og raffineraða búmerkið myndar eina nútímans krúnu, sum signalerar góðsku. Teir 5 spíssarnir ímynda hægsta góðskuvirðið - 5 stjørnur. Búmerkið strálar, tað er positivt og opið. Tað strembar uppeftir - er kraftmikið við Bakkafrost sum kjarnu - her er vøkstur.

Sum heild gevur búmerkið Bakkafrost ein serstakan dám, sum eyðkennir fyritøkuna at vera professionella, framfýsna og eina góða íløgu.

Sansir hava staðið fyri visuella samleikanum, ráðgeving í sambandi við virkisnøvnini, skelting, børsprospekti, retailfaldara, framløgum á roadshowum, imagelýsingum og starvsfólkalýsingum on- og offline, myndastíli, ársroknskapum og marknaðarføring av nýggja virkinum á Glyvrum. Harafturat hava Sansir staðið fyri altjóða marknaðarføringstilfari so sum sølufaldara, messum og roll-uppum.