Einar Willumsen - when speed and taste matter

Hvussu vísir tú nakað, sum er ósjónligt?
Les meira

A/S Einar Willumsen er tann størsti útbjóðarin í Norðurlondum av smakktilsetningi til matvørur.

Teirra kjarnuøkið er smakkevni til drykkjuvørur, góðgæti og mjólkaúrdráttir.

Við slagorðunum ”When speed and taste matter” og eini røð av sergjørdum myndum, skapti Sansir eitt nýtt kreativt konsept til Einar Willumsen, sum vísir á kjarnuførleikarnar hjá fyritøkuni.

Tað nýggja kreativa universið hjá Einar Willumsen varð bygt rundan um eina sjónliggerð av kjarnuførleikunum hjá vinnufelagnum: Smakkir.

Tað var ein spennandi avbjóðing - tí hvussu kunnu vit vísa nakað, sum er ósjónligt? Loysnin bleiv, sum sæst niðanfyri, eitt einfalt, men stuttligt bland av myndsamansetingum, sum varð vent á høvdið.

Smakkroyndir eru niðanfyri.

Við slagorðunum ”When speed and taste matter” og eini røð av sergjørdum myndum, fekk Einar Willumsen eitt nýtt kreativt konsept sum vísir á kjarnuførleikarnar hjá fyritøkuni.


Bjørg M. Johnsson, ráðgevi.