Fróðskaparsetur Føroya hevur fingið nýggja heimasíðu

Í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya hava Sansir ment nýggja og tíðarhóskandi heimasíðu til Setrið
Les meira

Nýggja síðan er eitt frambrot og fer at stuðla undir støðugu menningina og framsøknið, sum Fróðskaparsetrið hevur havt seinastu árini.

Nú er tað skjótt og lætt hjá vitjandi at fáa yvirlit og kunning um mongu útbúgvingarnar, sum Fróðskaparsetur Føroya bjóðar, eins og til ber at fáa yvirlit yvir allar granskingarverkætlanir, sum eru í gongd.

Á Sansum eru vit stolt av at hava arbeitt saman við Føroya fremsta lærustovni, og vit ynskja øllum starvsfólkum og lesandi á Fróðskaparsetri Føroya hjartaliga til lukku við nýggju heimasíðuni.

Vitja heimasíðuna á www.setur.fo