Marknaðarføring av Føroyum

At marknaðarføra eitt heilt land er ein stór ábyrgd. Tá tað snýr seg um okkara egna land, gerst tað eisini ein stór æra.
Les meira

At Føroyar eru órørdar og óuppdagaðar, er nakað av tí, sum er mest áhugavert, tá umræður ferðamál. Tað talar til nútíðar ferðafólkið, sum vil ganga egnar leiðir, heldur enn at fylgja fótasporum, sum onnur longu hava traðkað.

Við orðunum “Unspoiled, Unexplored, Unbelievable” og við einum “un” frammanfyri í lyklaorðum í lýsingartekstum, verður markerað, at Føroyar eru nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr. Harvið skilur ferðamálið Føroyar seg frá teimum “størri og betri”. Føroyar eru unikkar í sjálvum sær og øðrvísi enn øll onnur.

Konseptið er sterkt og afturmeldingarnar eru, at nýggja ferðavinnubrandið ber fram rætta boðskapin til móttakaran og harvið effektiviserar marknaðarføringina av Føroyum.

Nýggja brandið er lætt at brúka íøllum miðlum, kann brúkast á øllum viðkomandi málum og kann selja Føroyar allar árstíðir.

– Tað er nógv greiðari nú, hvat Føroyar hava at bjóða, enn tað nakrantíð fyrr hevur verið.

– Lýsingarátakið við un-orðunum rakar plett. Ferðafólk í dag leita eftir nýggjum upplivingum, okkurt, sum onnur ikki hava roynt, sum ikki er at finna aðrastaðni. 


Anders Stenbakken, Visit Greenland, í samrøðu við Sosialin.

At ferðafólkafilmurin hjá Visit Faroe Islands hevur vunnið fimm altjóða virðislønir í ár (2014), er ikki so løgið.

Styrkin við tykkara ferðafólkafilmi er nevnliga, at hann veruliga gevur fólki hug at ferðast til tykkara oyggjar.

Rupert Parker, partur av dómsnevndini í Art&Tur Festival 2014 í Porto. Journalistur og framleiðari fyri millum annað National Geographic Traveller, Discovery og BBC.

Búmerkið er listarligt, abstrakt og opið fyri tulkingum.

Tann mest eyðsýnda tilvísingin er veðrurin, men eisini alda, gogguskel, stevn á víkingaskipum, ull og føroyski dansurin hava givið íblástur til skapið á búmerkinum.