Posta Logistics

Nýggi samleikin er neyvari, einfaldari og greiðari
Les meira

Tá Posta ynskti at stovna felagið Posta Logistics í Danmark, skuldi nýggjur samleiki til danska felagið skapast.

Nýggi samleikin tekur støðið í verandi samleika hjá Posta í Føroyum, men er neyvari, einfaldari og greiðari.

Posta Logistics hevur heimstað í Kolding og liggur tí sentralt í landinum viðvíkjandi heintan og levering. Felagið tekur sær av øllum flutningi hjá Posta í Danmark millum Føroyar og útheimin.

Við nýggja felagnum bjóðar Posta viðskiftafólki eina meira kappingarføra veiting. Fyri viðskiftafólk hjá Posta merkir hetta, at tey fáa betri kunning, at sendingar verða avgreiddar fyrr, og tað eru færri millumlið í handfaringini av øllum sendingum.

- Hetta er liður í strategiini, støðugt at menna Posta. Posta tekur enn nøkur lið í virðisketuni í flutningi av vørum millum lond. At Posta tekur við vøruni fyrr í flutningsketuni tryggjar góðsku og kappingarføri, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.

 

Nýggi samleikin tekur støðið í verandi samleika hjá Posta í Føroyum, men er meira neyvur, einfaldur og greiður.