Tá Google ikki vil, gera vit tað sjálv

Seinasta ár gjørdu vit Sheep View, tí vit ikki høvdu Google Street View. Í ár hava vit gjørt Faroe Islands Translate, tí Google Translate hvørki umsetur úr ella til okkara móðurmál. 
Les meira

Saman við donsku Mensch hava vit ment hugskotið til kampanjuna Faroe Islands Translate og forritað sjálva skipanina og heimasíðuna aftanfyri. Kampanjan er gjørd til Visit Faroe Islands og Atlantic Airways, sum enn einaferð hava verið ótrúliga djørv og sagt ja til eitt heimsumfatandi marknaðarátak, har null krónur eru settar av til innrykkingar.

Faroe Islands Translate, sum varð verksett í oktober 2017, fekk umrøðu um allan heim. Marknaðarátakið snúði seg í stuttum um, at av tí at máttmikla Google púrasta hevur ignorerað føroyska málið í Google Translate, gjørdu vit føroyingar bara okkara egnu umsetingarskipan, kallað "Faroe Islands Translate". Fólk kundu skriva, hvat tey ynsktu at fáa umsett, og ein tilvildarligur sjálvboðin føroyingur fekk boðini, tendraði myndatólið á fartelefonini og umsetti beinleiðis. 

Endamálið var fyrst og fremst at fáa heimin (og Google) at seta sjóneykuna á Føroyar, men samstundis er eisini spennandi at vita, um tað kanska ber til at fáa Google Translate at fevna um føroyska málið.

Søgan hevur rokkið meira enn 1,4 milliardum fólkum úr 182 ymiskum londum. Tí kann staðfestast, at marknaðarátakið hevur eydnast sera væl.

Fleiri enn 1,3 millión ferðir eru setningar skrivaðir í umsetingarfeltið á 215 ymiskum málum, so vit hava allarhelst longu sett eitt heimsmet.

Hvørt tað eisini eydnast at fáa Google Translate at fevna um føroyska málið, vita vit ikki enn. Livst so spyrst. Vit kunnu bert vóna, at so verður.

Vit vilja takka øllum, sum onkursvegna hava tikið lut í hesum átaki - bæði Mensch, Visit Faroe Islands, Atlantic Airways, Kovboyfilm við fleiri. Ta allarstørstu tøkkina eiga tó tit øll, sum hava umsett so dúgliga. Tit eru ófør! Tað eru jú tit, sum eru Faroe Islands Translate.

Saman við donsku Mensch, hava vit ment hugskotið til kampanjuna og forritað sjálva skipanina og heimasíðuna aftanfyri.

Kampanja er gjørd til Visit Faroe Islands og Atlantic Airways, sum enn einaferð hava verið ótrúliga djørv og sagt ja til eitt heimsumfatandi marknaðarátak, har null krónur eru settar av til innrykkingar.

 

1.400.000.000  vísingar.

Fólk úr 182 londum hava vitja síðuna.

 

1,3 millión setningar skrivaðir á 215 ymiskum málum.