Varðin

Frá fiskileið til liðugvøru
Les meira

Filmur, sum lýsir virksemið hjá Varðanum, frá fiskileið til liðugvøru.

Endamálið er at geva innlit í virkisøkið hjá Varðanum og vísa, at fyritøkan Varðin stendur fyri dygd á øllum økjum og góðum sjómanskap. Varðin hevur skip við bestu kølieginleikum og eitt nýmótans framleiðsluvirki, Varðin Pelagic á Tvøroyri. Øll lið eru við til at tryggja, at kundin fær eina góða vøru.

Filmurin er ætlaður altjóða marknaðinum at brúka á messum og vísa á kundavitjanum hjá Varðanum runt í heimi.

Hugskot, konsept og storyboard: Sansir
Upptøka og framleiðsla: Polarfilm